Fountainhúsið

Hevur tú sálarligar og/ella sosialar avbjóðingar ella trupulleikar, og ert tú ikki á arbeiðsmarknaðinum?

Ella kundi tú hugsað tær at verða virkin aftur eftir innleggjan? Hevur tú tørv á innihaldi í gerandisdegnum?

Fountainhúsið er eitt vælegnað stað at menna førleikar og styrkir, so tú aftur kanst gerast virkin í mun til ymiskt, sum tú kundi hugsað tær í gerandisdegnum!

Í felag røkka vit á mál

Ring til okkum og fá eitt óbindandi prát!

Um tilboðið ljóðar áhugavert kunnu vit gera aðra avtalu um byrjanarsamrøðu.

Møguleiki er fyri at royna teg í 3 mðr fyrst, fyri at síggja um hetta er nakað fyri teg.

Húsið er opið:

Mánadag 9-16

Týsdag 9-16

Mikudag 9-13

Hósdag 9-16

Fríggjadag 9-12

Avtala um starvsvenjing fyri ergoterapeutlesandi

Avtala um starvsvenjing fyri ergoterapeutlesandi

Í august mánaði gjørdu vit avtalu við ergoterapiskúlan í Keypmannahavn um at verða eitt fast starvsvenjingarstað fyri ergoterapeutlesandi. Í hesum sambandi vóru Sussi og Stine og vitjaðu okkum fyri at síggja okkara umstøður og hoyra um innihaldið í okkara dagliga...

read more

Køkur

Arbeiði í køkinum umfatar innkeyp, matarskrá, at gera mat og reingerð.

Skrivstova

Í skrivstovuni verður alt fyrisitingarligt arbeiði gjørt, m.a. telefonavgreiðsla, fundarfrásagnir, bókhald og heimasíðugerð.

Hús og urtagarður

Viðlíkahald og reingerð innan­ og uttandura, og urtagarðsarbeiði.

Kreativt

Í kreativu eindini verður alskyns skapandi og handligt arbeiði gjørt, so sum binding, seyming, listmáling, tøving, skriving og annað.

Í Fountainhúsinum eru vit sannførd um, at øll kunnu fáa eitt betri lív.

Tað týdningarmesta er at hava innihald í gerandisdegnum og onkran at luta tað við.”

Lýsing av fountainhúsinum

Fountainhúsið er ein sjálvstøðugur felagsskapur við egnum navni og bústaði. Húsið hevur egin hølir og hevur ikki felags høli við øðrum viðgerðartilboðum, s.s. sjúkrahúsinum ella økispsykiatriskum tilboðum. Húsið er vælegnað til ein arbeiðsskipaðan gerandisdag. VIt halda til í Heinesens húsi, Tinghúsvegur 12, í hugnaligum og stimbrandi umhvørvi. Húsið liggur mitt í býnum og er lætt atkomuligt við almennum flutningstólum.

Øll hølini í húsinum skulu vera atkomulig fyri bæði limir og starvsfólk. Ongi av hølunum er bert fyri limir ella bert fyri starvsfólk.

Vælvera

Venjing

Gongutúrar

Krops -og andadrátsvenjingar

Latið okkum í felag røkka á mál!