Nýggj heimasíða

09/04/2019

Seinastu mánaðirnar hava vit í heimasíðutoyminum arbeitt við at gera eina nýggja heimasíðu. Tað hevur verið eitt sindur drúgt, og tí hava vit tíverri ikki lagt nøkur tíðindi út, seinastu tíðina, men eru nú virknir til tað aftur! 🙂

Vit valdu at gera eina heimasíðu úr nýggjum, tí at tann platformurin, ið vit nýttu áðrenn, var torførur at arbeiða við, og hevði sera avmarkaðir møguleikar.

Nú er nýggja síðan komin út í nýggjum hami, er lættari at brúka, bæði fyri brúkaran og okkum, ið viðlíkahalda og menna síðuna, og hevur fleiri møguleikar; eitt nú kalendarin, sum tú kann síggja við at klikkja á hann, ovast á breddanum.

Á kalendarinum sæst fyrst og fremst hvat er á skránni fyri dagin í dag og í morgin, ein matskrá fyri vikuna, og síðani ein størri kalendari, sum vísur longur fram í tíðina, hvat er á skránni í Fountainhúsinum.
Hetta er ein sera hent funktión at hava á síðuni, fyri tey ið ganga í Fountainhúsinum.

Eitt annað, sum fyri brúkaran er betri við nýggja heimasíðuplatforminum, er at myndirnar í myndasavninum kunnu vísast í hægri góðsku, enn tær kundi á hinum platforminum.

Vit vóna, at nýggja heimasíðan er intuitiv og løtt at brúka, og at um onkur hevur spurningar ella hugskot, at tit seta tykkum í samband við okkum 🙂

Vinaliga

Heimasíðutoymi
https://fountainhus.fo/contact/

Onnur tíðindi…

Fastalávint

Fastalávint

Ein skeg og hugnalig løta við pottasláðing og heimagjørdum fastalávintsbollum, í gjár 😊

Fontenan rennur nú aftur

Fontenan rennur nú aftur

Endiliga hevur okkara fontena fingið eina nýggja staðseting, nú uttanfyri nýggja Fountainhúsið í V.U. Hammerheimbsgøtu...

Latið okkum í felag røkka á mál!

;