“Young Adults in Clubhouses” – ein ráðstevna í Gøteborg

16/05/2019

Young Adults in Clubhouses

Í løtuni eru vit báðar Durita og Súna, umboðandi Fountainhúsið, á skeið í Fountainhúsinum Gøteborg.

Kjakevnini i dag, hava m.a verið:

  • Hvussu kunnu vit fanga áhuga hjá ungum, sum hava gleði av at koma til arbeiðis í Fountainhúsinum?
  • Hvat hevur týdning fyri tann einstaka, og hvussu møta vit teimum ungu, fyri at røkka teirra ynskjum og dreymum?
  • Hvørjar avbjóðingar eru í teimum ymisku Fountainhúsum, serliga við at varveita áhuga og eldhugan hjá teimum ungu?

Okkara fyrstu dagur hevur verið sera áhugaverdur. Vit kunnu geva nógv av okkara royndum heima í Føroyum og somuleiðis eru góð ráð og royndir frá øðrum, sum vit kunnu taka við okkum heim aftur.
Vit gleða okkum til dagin í morgin, við enn fleiri kjakevnum um “Young adults in clubhouses” ?

Onnur tíðindi…

Fastalávint

Fastalávint

Ein skeg og hugnalig løta við pottasláðing og heimagjørdum fastalávintsbollum, í gjár 😊

Fontenan rennur nú aftur

Fontenan rennur nú aftur

Endiliga hevur okkara fontena fingið eina nýggja staðseting, nú uttanfyri nýggja Fountainhúsið í V.U. Hammerheimbsgøtu...

Latið okkum í felag røkka á mál!

;