Fountainhúsið fingið 100.000,-kr í stuðli frá Bygma Fonden

01/11/2019

Endamálið hjá Bygma Fonden er m.a at stuðla humanitærum hjálparfelagsskapum og feløgum, sum arbeiða í Danmark, Føroyum og í Grønlandi
Vit fingu boð í morgun, at Bygma Fonden, hevur í ár valt at stuðla Fountainhúsinum við kr.100.000,-
Fountainhúsið arbeiðir fyri einum heilsufremjandi túri komandi heyst, annaðhvørt til Gran Canaria ella Kroatia. Nógv hava eitt stórt ynski um at ferðast, men tað kann fyri mong verða trupult fíggjarliga. Ein uttanlandsferð er ein góður møguleiki at koma burtur úr gerðandisdegnum og fáa nýggjar upplivingar, sum eru mennandi. Somuleiðis er hetta ein góður møguleiki at vera saman við øðrum fólkum uttanfyri arbeiðið í Fountainhúsinum og í tryggum kørmum.
Stuðulin frá Bygma Fonden er eitt gott ískoyti hjá okkum og eru vit sjálvsagt sera takksom.
Fountainhúsið takkar hjartaliga fyri stuðulin

Onnur tíðindi…

Kompost kassar

Kompost kassar

Í Fountainhúsinum eru vit áhugaði í umhvørvi, burturkast og skiljing av burturkast! Vit skilja burturkast í ymiskar...

Bonkur vakti áhuga

Bonkur vakti áhuga

Vit hava gjørt okkum nakrar fittar beinkir, at hava uttanfyri í havanum 😀 Upprunaliga kom hugskotið, tí eldri viður...

Stongt vegna ráðstevnu

Stongt vegna ráðstevnu

Alla komandi viku 19-25 mai hava vit í Fountainhúsinum stongt. Hetta tí vit fara á spennandi ráðstevnu í Helsinki :D...

Latið okkum í felag røkka á mál!

;