Fountainhúsið fekk í dag vitjan av Føroya Stiftsstjórn, sum í ár hevur valt at stuðla Fountainhúsinum við einari peningagávu á kr.50.000,-.
Vit í Fountainhúsinum eru sera fegin og takksom fyri hendan stuðul, sum er eitt ískoyti til okkara dagliga virksemi, og er við til at geva okkum m.a møguleika at verða við til norðurlendskar ráðstevnur fyri Fountainhús. Komandi heyst verður ráðstevnan í Rom, hon er bæði fyri limir og starvsfólk.
Vitjandi var sera gevandi og hugnalig við m.a práti um, hvussu virksemið í Fountainhúsinum er skipað, og hvussu týdningarmikið tað er at møta fólki, har sum tey eru, og stuðla teimum í gerandisdegnum. Tað gevur áræði til at náa ynskjum og dreymum, sum hvør einstakur hevur.
Vit takka mangar ferðir fyri stuðulin og álitið, sum verður givið okkum. Tað fløvar, at arbeiði verður virðismett, og at ljós verður varpa á.
Takk fyri

Fountainhúsið

%d bloggers like this: