Á hvørjum ári skipa vit fyri útferðum um summarið. Vit hava undanfarnu ár m.a verið gongutúrar á Vágoynni, Sandoynni, vitjað og yvirnáttað í Suðri, útferð til Kallsoynna og Nólsoy.

Okkum dáma væl at ferðast í egnum landi og í summar er einki undantak. Ferðabólkurin hevur lagt til rættis ymiskar útferðir í juni og juli. Byrjað verður við at vitja nýggju caféina í Kvívík ”á Kletti” hósdagin 18.juni.
Aðrar útferðir í summar eru gongutúr út á Eiðiskoll, gongutúr til Leynar, útferð út í Tindhólm og gongutúr runt Toftavatn.

%d bloggers like this: