Seinasta týsdag vóru vit og vitjaðu heimablídni “á Kletti”, í Kvívík. Umframt at vitja hugnaligu café´ina hjá Marionnu Eysturoy og smakka hennara góðu pannukøkur og heimagjørdan rabarbuís, gingu vit okkum ein túr í bygdini, framvið útgrevsturin og nýgjørda torgið. Eitt stak hugnaligt og frisælt umhvørvið, sum øllum er vert at vitja.


%d bloggers like this: