Útferðin niðan á Eiðiskoll var ein frálíkur túrur. Tað var eitt sindur tungt at ganga niðan á, men við støðgum av og á, og njótilsi við at siggja vakra útsýni yvir m.a Sundalagi, Tjørnuvík, Stakkin og Ambadal, vóru vit komin á mál, áðrenn vit vistu av.

Á Eiðiskolli vóru fleiri upplivingar. Húsatoftirnar frá krígnum eru fleiri, og var ein gestabók at finna í einari. Føroyska blóman “fjallabrúður” er ikki so nógv at síggja, og sóu vit eisini fráboðanir um, at fólk ikki máttu taka hesa blómu við sær heim, tí hon er serstøk og veksur ikki nógva staðni. Fantastiskt var at síggja Risan og Kellingina frá í erva av, og ikki kann sigast annað enn, at tað kitlaði í búkinum, tá ið hugt var niður á hesi bæði.  

Var tað tungt at ganga niða á, so var tað lættari at ganga oman aftur.

Á veg heim aftur til Havnar, vitjaðu vit Rosé´s café, í Ljósáum. Ein hugnalig matstova, og maturin smakkaði okkum sera væl.

Enn ein útferð farin og fleiri náttúruupplivingar í Føroyum lagdar í geyma. Vit gleða okkum til næstu útferð.

%d bloggers like this: