Umframt at røkja okkara egna garð og ALS garðin, fara vit nú í samstarv við Tórshavnar Kommunu, at røkja Sloans- og Degns garðarnar. Ein arbeiðsuppgáva, sum inniheldur nógvar ymiskar uppgávur og sum nógv kunnu taka lut í. Arbeiðsuppgávurnar kunnu tillagast til ein og hvønn og kunnu sostatt fleiri gerast partur av hesari uppgávu. Tað er so ómetaliga gott at arbeiða úti í frísku luftini, bæði likamliga og sálarliga og so er tað ikki minst pent fyri eyga og skapar gleði til bæði okkum sjálvi og onnur. Les her

%d bloggers like this: