Tað fellur okkum sera tungt at hoyra, at politiska skipanin nú hevur uppskot um at skerja játtanina til arbeiðsfremjandi tiltøk.

Vit í Fountainhúsinum hava havt góðar royndir við hesari skipan. Fleiri fólk við skerdum arbeiðsførleikum, hava havt møguleikan at koma út á arbeiðsmarknaðin í eitt tillaga starv. Hesi kundu í ringasta føri annars fingið fyritíðarpensjón. Seinna loysnin er bæði verri fyri persónin og dýrari fyri samfelagið.

Tað hevur so ómetaligan stóran týdning fyri okkum øll at kunna koma á arbeiðsmarknaðin, hóast skerdar arbeiðsførleikar. Hervið at kunna mennast bæði persónliga, fakliga og sosialt. Fólk sum hava skerdar førleikar hava tíverri í nógvum førum havt nógv stríð frammanundan. Tí er tað av týdningi at arbeiðsmarknaðurin er rúmligur og uppliva vit eisini tað.

At kunna virka á arbeiðsmarknaðinum saman við øðrum gevur innihald í gerandisdegnum, tað førir til økta lívsgóðsku, økt sjálvsvirði, og at kunna forsyrgja sær sjálvum og familjuni.

Orsøkin til at skerja játtanina er sparingar. MEN at spara 1,5 mill kr.? kann ikki verða tað sum ”koppar” landsins fíggjarlóg. Landsins fólkavaldu mugu vísa annan hugburð!

Skipanin ”tillaga starv” er ein sera góð og týdningarmikil skipan, sum virkar væl. Skipanin fer framhaldandi at kosta í framtíðini og sjálvandi skal hon gera tað. Um hendan skipanin ikki verður meira og meira brúkt í framtíðini, so er tað ein onnur skipan, sum fer at gera tað. Tá kann væntast, at ístaðin skulu játtast fleiri fyritíðarpersjónir, um hesi fólk ikki kunna liva av lønini, tí tey vera skerd. Hvat er tá vunnið?

Hugburðurin og signalvirði hjá samgonguni má broytast, og eigur at lyftast uppá eitt støði, har øll í Føroyum kenna, at tey eru javnsett á arbeiðsmarknaðinum, hóast skerdan førleika.

Fólk, sum brúka skipanina, eru stúrin og kunnu missa mótið.

Tí heita vit inniliga á samgonguna um at finna hasa sparing aðrastaðni, har fólk, sum frammanundan eru útsett, ikki verða rakt, so tað ikki verður steinur oman á byrðu hjá teimum.

%d bloggers like this: