Í dag var aðalfundur í nevndini fyri Clubhouse Europe. Vanliga er at vit hittast til árligu ráðstevnuna, sum skuldi havt verið í Róm, júst í skrivandi løtu.

Men orsakað av Covid-19, so bar tað ikki til og møttust vit sostatt øll á Zoom, sum jú ikki er ein ókendur pallur at hittast á, í hesum døgum.

Avgjørt varð, at vit framhaldandi koma at hava leiklutin sum “Sekretariati í Clubhouse Europe”

Hetta eru vit sjálvandi fegin um og gevur hetta okkum møguleika til at hava tættari samband við onnur Fountainhús í Europa og vera við til at menna globala samstarvið.

%d bloggers like this: