Komandi vikurnar fer Bárður Persson at hava eitt skeið saman við limum í Fountainhúsinum, sum snýr seg um at bera seg fram.
Støðið verður tikið í, at vit sum menniskju eru søgusigarar í egnum lívi, og við at gerast tilvitaði, kunnu vit ávirka, hvussu vit siga søguna og bera okkum sjálvi fram. Við hesum kunnu vit gerast ein viðspælari við einum gagnligum íkasti, heldur enn ein uppgevandi eygleiðari á síðulinjuni. Ein viðspælar, sum vágar sær at trína inn í frásøgnina, sum allatíðina skapar teir karmar og tað innihald rundan um okkum, sum í botn og grund er umhvørvið, sum vit liva og virka í.
Hetta er ein ørðvísi og spennandi máti at menna persónligar og sosialar førleikar, so vit betur kunnu trívast og virka í tí gerandisdegi, vit ynskja okkum.
Til at kunna halda skeiðið í hóskandi og rúmligum umhvørvið, hava vit lánt hølir frá okkara góða granna ALS, tað eru vit sera glað um.

%d bloggers like this: