Listauppboðsølan skuldi havt verið í 2020, men orsakað av Covid-19, bleiv tiltakið avlýst. Nú verður tátturin tikin uppaftur og verður Listauppboðsølan leygardagin 8.mai kl.14.00, í Auluni í Finsens.

Hetta er triðju fer vit skipa fyri uppboðsølu av list. Seinast var í 2016 og 2018, og eydnaðist tiltøkini sera væl. Nógv fólk hava verið til sølurnar, og hava ikki verið færri enn um 50 listarverk seld á hvørjum uppboði. Eitt Facebook tiltak verður stovnað eftir páskir, har myndir av listarverkunum vera at síggja
Tað hevur eydnast okkum at fáa fleiri av listafólkunum, sum luttóku í 2016 og 2018, at verða við aftur í 2021. Nýggj listafólk eru eisini við hesa fer.
Leisturin fyri uppboðsøluna verður tann sami sum áður, har 65% av søluni fer til listafólki og 35% av søluni letur listafólki í stuðul, til Fountainhúsið.
Vit í Fountainhúsinum eru sera takksom fyri, at øll hesi dugnaligu listafólkini vilja stuðla okkum. Og harvið geva okkum møguleika at luttaka á europeiskari ráðstevnu fyri Fountainhús.
Talið av listarverkum verða á leið tað sama sum áður.

Higartil vera m.a listarverk við á uppboðsølu, sum eru skapaði av Rannvá Kunoy, Eyðun av Reyni, Joel Cole, Fríða Brekku, Frits Johannesen, Ásla Rannvá Svensson, Oggi Lamhauge, Hergerð Joensen, Astrid Macdonald, Birgit Kirke, Lív Arge, Pól Skarenni, Hilmar Højgaard, Maria Smith, Jón Magnus Joensen, Edith Mørkøre og Livar Nysted

Millum kl. 12:00 og 14:00, tann 8.mai, verður møguleiki at koma framvið Auluna í Finsens og síggja listaverkini, áðrenn sermerkta uppboðsølan byrjar kl.14.00 sama dag.

Fountainhúsið bjóðar eisini kaffi og lagkøku hendan dagin

Øll eru hjartaliga vælkomin

%d bloggers like this: