Kennir tú ein ungling sum kundi havt brúk fyri einum Time Out? Time Out er eitt tilboð til ung millum 12-18 ár, sum eru avvarðandi at einum foreldri ella systkin við sálarsjúku og sinnisligar avbjóðingar. 

TIME OUT er eitt bólkatilboð til tín, sum ert í aldrinum 12-18 ár. Tað er eitt frírúm – eitt stað, har tú kanst siga “TIME OUT”. Dentur verður lagdur á at skapa eitt trygt og hugnaligt umhvørvi, sum tú kennur teg væl til rættis í. Í bólkinum hittur tú onnur í líknandi støðu, so tit kunnu tosa um tykkara royndir og hugsanir – og alt møguligt annað, tit vit hugna og stuttleika okkum eisini.

Set teg í samband við Sinnisbata, um tú kundi hugsað
tær at fræt meira um TIME OUT.

www.sinnisbati.fo

%d bloggers like this: