Í praktfulla veðrinum í gjár, fóru vit útferð til Vágarnar. Fyrst koyrdu vit til Bíggjar, har nøkur av okkum dippaðu í vøkru og friðsælu náttúruni. Upplivingin at dippa í Bø var frálík, og verður avgjørt viðmælt øðrum at royna. Eftir dippingina varð fari til Sandavágs, á Fiskastykki, til ein betri bita. Fiskastykkið er ein sera góð og hugnalig matstova og ein forkunnug matskrá við alskyns val møguleikum av rættum. Veðrið var so fantastiskt, so eftir matarsteðgin fóru vit gongutúr út til Trøllkonufingur. Ein av okkkara mongu náttúruperlum. Steðga var á, afturvið einum góðum kaffimunin og heimabaka kaku. Enn ein góður dagur og upplivilsi, sum vit kunnu leggja í okkara minnisbók 🙂

Nú Corona gerð um seg aftur, fara vit at minna fólk á at ansa væl eftir sær sjálvum og hvørjum øðrum. Gott vikuskifið 🙂

%d bloggers like this: