Meirilutin í fíggjarnevndini skrivar: “Stuðulsjáttanin til Fountainhúsið verður hækkað við 500 tús.kr. fyri at tryggja sama innihald, virksemi og starvsfólkaorku, nú flutt verður í størri hølir og tilgongdin økist”
Vit eru sera fegin og takksom fyri hesa uppraðfesting, sum er sera umráðandi fyri dagliga virksemið hjá okkum. Virksemið í Fountainhúsinum er økt nógv, og verandi hølir eru ikki longur hóskandi. Vit fara tískil fyrst í komandi ári at flyta í nýggj hølir, sum eru væl størri og rúmligari enn verandi.
Tað hevur eisini sera stóran týdning fyri okkum øll, at samgongan vísur stóra virðing fyri tilboðnum og týdningin av einum psykiatriskum rehabiliteringstilboði.
Týdningarmikil uppraðfesting á Fíggjarlógini, sum kemur nógvum við sálarligum avbjóðingum til gagn og gleði.