Fyrsta januar í 2024 flutti Fountainhúsið í nýggj hølir.
Vit hava havt nógv góð ár í hugnaliga Heinesenshúsinum á Tinghúsvegnum.
Tey húsini eru nú alt ov lítil til virksemið okkara.
Hetta kundi gerast veruleiki, tí vit fingu hækkaða játtan frá sitandi samgongu, tað eru vit sera takksom fyri.
Tí gleðast vit um at hava fingið stórri hølir frá Tórshavnar kommunu, sum altíð hevur stuðlað á ymiskan hátt.
Vit eru flutt í stásuligu húsini í V.U. Hammershaimbsgøtu 3, har Umlættingaheimið var í nógv ár.
Í hesum hølinum er nógv rúmligari, og tí er pláss fyri meira virksemi.
Vit gleðast um at byrja eitt nýtt og spennandi tíðarskeið saman í nýggja Fountainhúsinum.
Fountainhúsið ynskir øllum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár
Fountainhúsið fer í jólafrí leyðardagin 21. desember til og við sunnudagin 5. januar 2025.Vit byrja aftur mánadagin 6....