Um Fountainhúsið

fyri øll, búsitandi í Føroyum, er sjálvboðin og ókeypis. 

Starvsfólk

Súna Mørk

Súna Mørk

Leiðari - Ergoterapeut

Súsanna Winther Poulsen

Súsanna Winther Poulsen

Ergoterapeut

Birita Petersen

Birita Petersen

Ergoterapeut

Andrias Hansen

Andrias Hansen

Ergoterapeut

Um Fountainhúsið

Fountainhúsið er eitt sosialt og arbeiðsrættað tilboð til fólk í aldrinum 18-67 ár, sum hava ella hava havt sosialar og/ella sálarligar avbjóðingar. Fountainhúsið er eitt psykiatriskt rehabiliteringstilboð.

Vit halda, at øll kunnu gerast betur fyri og mennast ígjøgnum týðandi relatiónir, felagsskap, arbeiði ella útbúgving.

Vit kunnu bjóða ein skipaðan gerandisdag við týdningarmiklum arbeiðsuppgávum og endurvenjing av styrkjum – bæði fakliga, persónliga og sosialt.

Sosiali felagsskapurin er somuleiðis ein týðandi partur av Fountainhúsinum og møguleikin er eisini fyri at skapa nýggj vinarbond.

Limaskapurin er ókeypis og er ikki tíðaravmarkaður

Fountainhúsið er stýrt av limum og starvsfólkum í felag, og limirnir hjálpast at við at finna møguleikar og loysnir í teimum ymisku arbeiðseindunum.

Lýsing av Fountainhúsinum

Fountainhúsið er ein sjálvstøðugur felagsskapur við egnum navni og bústaði. Húsið hevur egin hølir og hevur ikki felags høli við øðrum viðgerðartilboðum, s.s. sjúkrahúsinum ella økispsykatriskum tilboðum. Húsið er vælegnað til ein arbeiðsskipaðan gerandisdag. Vit halda til í Heinesenshúsið, Tinghúsvegur 12, í hugnaligum og stimbrandi umhvørvi. Húsið liggur sentralt og er lætt atkomuligt við almennari transport.

Øll hølini í húsinum skulu vera atkomulig fyri bæði limir og starvsfólk. Ongi av hølunum eru bert fyri limir ella bert fyri starvsfólk.

Málbólkur

Málbólkurin er fólk, ið hava sálarligar- og ella sosialar avbjóðingar, sum Fáa fyritíðarpensión ella aðra veiting frá Almannaverkinum Ynskja eitt arbeiði hóast sína pensión Ynskja at koma í skúla ella koma aftur í skúla Ynskja at koma út aftur á arbeiðsmarknaðin Ynskja at koma út á arbeiðsmarknaðin fyri fyrstu ferð Ynskja eitt virkið lív, sum fyri tann einstaka er lívsjáttandi Felags fyri málbólkin er m.a.: At man sjálvur sær/upplivir at hava sálartrupulleikar – trupulleikar, sum ger einum tað trupult at hava/skapa relatiónir við onnur menniskju og hava evt. royndir frá arbeiðslívi áður Trupulleikar við at skipa gerandisdagin, útinna ynskiligar dagligar uppgávur og fáa lívsinnihald Trúgva uppá, at Fountainhúsið kann hjálpa teimum at gerast avkláraði til arbeiðsmarknaðin Hava ein vilja og merkja ein tørv fyri at fáa eitt virkið lív Tað er frívilligt at koma í húsið – einki tvang Fountainhúsið er ætlað bæði kvinnum og monnum við sálarligum avbjóðingum. Klubhúsmodellið hevur eina holistiska menniskjaáskoðan, og felagsskapurin er í hásæti, tí er umráðandi, at bæði kyn eru umboðaði. Á sama hátt sum vit síggja úti á arbeiðsmarknaðinum.

Visjónin

Visjónin er at skapa eitt umhvørvi við arbeiði og sosialum felagsskapi, har sum fólk við sálarligum avbjóðingum/trupulleikum eru limir í húsinum og ikki sjúklingar. Her er møguleiki fyri at venja teir sosialu og fakligu førleikarnar í einum tryggum umhvørvi og hóskandi ferð, sum ein sjálvur avger. Málið er, at hvør einstakur kemur at kenna:

at ein megnar nakað at ein er nakað at tað er brúk fyri einum at ein ger mun

Við hesum gerst ein virkin og fær styrki til at taka stýring av egnum lívi.

Fountain House modellið byggir á 5 virðir, sum skulu tryggja hvørjum einstakum at mennast á arbeiðsøkinum og sosialt. Hesi eru: at hava ávirkan javnvirði arbeiðsfelagsskapur sjálvbodni fokus á styrkir hjá tí einstaka Ítøkiligt merkir hetta, at limir í húsinum og starvsfólk arbeiða saman um allar uppgávur í húsinum. Allar avgerðir verða tiknar á jøvnum føti. Limir og starvsfólk eru í stýrinum og øðrum arbeiðsbólkum. Tann opni og felags dialogurin tryggjar ávirkan og styrkir ábyrgdarkenslu og kensluna av javnvirði.

Ein týdningarmikil hugsan aftanfyri Fountain House modellið er, at samleikin hjá menniskjum er nágreiniliga bundin saman við at hava eitt arbeiði við uppgávum, sum eru av týdningi. Tað er trúgvin uppá, at arbeiðið (serliga møguleikin eftir at stevna eftir at fáa eitt lønt arbeiði) er mennandi og savnandi styrki hjá øllum menniskjum. Øll hava evnir, sum tá tey verða brúkt á rættan hátt, kunnu gera gerandisdagin meira virðismiklan. Arbeiði er tí eitt sentralt hugtak í rehabiliteringsgongdini hjá tí einstaka.

Normeringin til starvsfólk í einum Fountainhúsi er lág. Tí krevst, at limir eru tilstaðar og luttaka í dagliga arbeiðinum. Við hesum merkja limirnir, at teirra arbeiðslutur er alneyðugur. Sum limur í húsinum hevur ein ikki ábyrgd at gera meira, enn ein orkar ella ynskir. Hóast teir rúmligu karmarnir fyri funktiónsstøðið, og hvussu nógv hvør einstakur arbeiðir, er grund sjónarmiðið, at øll hava styrkir, sum kunnu brúkast til gagns fyri húsið og ein sjálvan. Við tilrættaleggjan og útinnan av arbeiðsuppgávum í húsinum verður lagdur dentur á sterkar, sunnar og produktivar síður hjá tí einstaka, og ikki sjúku og forðingar.

Endamálið við Fountainhúsinum

Málið er, at fleiri fólk við sálarligum avbjóðingum fáa eina meiningsfulla tilveru, sum fyri tann einstaka gevur innihald í gerandisdagin og nakað at koma upp til. Og at hvør einstakur verða stuðlaður í at brúka egnar styrkir og byggir upp egnar førleikar og fær møguleika at skapa nakrar positivar og varandi broytingar. Hetta gevur betur møguleika at megna eitt arbeiði, skúla og ein gerandisdag so sjálvstøðugan, sum tilber.

At skapa eitt tilboð til fólk við sálarligum avbjóðingum, sum annahvørt ynskja at koma aftur á arbeiðsmarknaðin ella sum ynskja at fáa ein møguleika á arbeiðsmarknaðinum. Talan er um eitt rehabiliteringstilboð, sum m.a skal:

  • Styrkja førleikarnar hjá tí einstaka á persónliga økinum
  • Styrkja førkeikarnar hjá tí einstaka á fakliga økinum
  • Styrkja førkeikarnar hjá tí einstaka á sosiala økinum

Arbeitt verður málrættað við førleikunum/kompetansunum fyri at megna at vera á arbeiðsmarknaðinum. Tað verður tilrættalagt til tann einstaka í einum tryggum umhvørvið og í einari ferð, sum hvør einstakur avger.

Arbeiðið er ein týðandi leiklutur í klubhúsmodellinum – gjøgnum arbeiði, skapan av netverki, verða stuðlaður í at megna egna lívsførslu, styrkist hvør einstakur í at koma fyri seg, Recovery. Arbeiðið er við til at skipa lívið í mun til tíð og stað og gevur møguleikar fyri sosialum relatiónum. Tilknýtið til arbeiðslívið skapar samleika, sjálvsálit og sjálvsvirði.

Limaskapur

Limaskapurin er fyri øll, ið eru búsitandi í Føroyum, og er hann ókeypis. Tú skal vera í aldrinum 18-67 ár fyri at gerast limur.

Fountainhúsið er fyri øll sum hava ella hava havt sosialar og/ella sálarligar avbjóðingar, og sum hava tørv á at fáa ein skipaðan gerandisdag. Tað er ikki neyðugt, at hava fingið nakra diagnosu. Hjá okkum verður ikki tikið støði í sjúkuavgerðum, men í menningarmøguleikum og styrkjum hjá hvørjum einstøkum. Tú kanst ringja, skriva ella koma inn á gólvið og fáa eitt óbindandi prát.

Tá ið tú byrjar, hava vit eina samtalu har vit í felag finna fram til hvat tú kundi hugsa tær at arbeitt við.

Tú ert vælkomin at hava onkran við tær, tá ið tú kemur á vitjan ella til eina samtalu, tað kundi t.d. verið eitt vinfólk, ein tú kennir væl, ein familjulim ella ein stuðul.

Tað er ymiskt hvussu ofta ein er til arbeiðis í Fountainhúsinum. Tað er alt eftir tørvi og hvat ein megnar. Ein kann byrja varisliga, við fáum tímum og møguleiki er altíð at økja um arbeiðstímarnar

Møguleiki er fyri at royna teg í tríggjar mánaðar fyrst, fyri at síggja, um hettar er nakað fyri teg.

Møguleiki er fyri at royna seg í ymiskum arbeiðseindum

Kontaktpersónsskipan

Sum limur í húsinum fært tú ein kontaktpersón, ið saman við tær hevur ábyrgd av at finna passandi arbeiðsuppgávur og sum hevur ábyrgd av víðari uppfylgjan.

Kontaktpersónurin og etableraðu limirnir gera sítt besta fyri at tú skalt kenna teg sum ein part av felagsskapinum.

Vit gleða okkum til at koma at kenna teg betur! 🙂

Søgan

Fountain House hevur sín uppruna í 1940 í USA, har psykiatriskir sjúklingar, sum vóru útskrivaðir av sjúkrahúsi, komu saman í sjálvhjálparbólkar fyri at stuðla hvørjum øðrum og fyri at klára seg betur í samfelagnum. Í 1980’unum vóru fleiri hús komin í USA og fleiri øðrum londum. Síðani er organisatiónin stovnað. Grundarlag var fyri, at tær nógvu praktisku royndirnar vóru standardiseraðar. Ein felags útbúgving varð gjørd, eitt certificeringsprogram fyri húsini bleiv gjørt og ein menningamiðstøð varð sett á stovn- International Center fyri Clubhouse Development (ICCD). Altjóða samstarvið tryggjar væl undirbygdar royndir og eftirútbúgvingar aftanfyri tær metodir, sum verða brúktar í húsinum.

Tilgongdin at stovna eitt Fountainhús í Føroyum byrjaði miðskeiðis í 2010. Nógv orka er brúkt uppá at greiða ymisku avvarðandi politikarum frá verkætlanini um, hvat endamálið og innihaldið í einari tílíkari verkætlan er. Fyri skjótt 2 árum síðani bleiv Fountainhús Føroya Grunnurin settur á stovn, og endamálið var at skipa fyri stuðulstiltøkum, har sum innkomin peningur skuldi brúkast til Fountainhús. Skipað varð fyri stuðulskonsert í Sjónleikarhúsinum og á Islands Brygge í Keypmannahavn.

18.februar 2014 játtaði Almannaráðið at lata stuðul til eitt Fountainhús í Føroyum, sum eina sjálvstøðuga verkætlan yvir 3 ár, har sum høvðusendamálið er at kanna tørvin.

2.apríl 2014 var almenn móttøka í Fountainhúsinum. Sjálvt virksemið byrjaði 3.apríl 2014.

Meira um Fountainhúsið

Altjóða Leiðreglur

Internationale retningslinier for klubhuse De Internationale Retningslinier for Klubhuse, som hele det verdensomspændende klubhusfællesskab er enige om, definerer klubhusenes rehabiliteringsmodel. Principperne, som er udtrykt i disse standarder, er grundlaget for klubhusfællesskabets succes med at hjælpe mennesker med sindslidelser til at udngå hospitalsindlæggelser og til at klare sig selv socialt, økonomisk og beskæftigelsesmæssigt

Retningslinierne tjener også som en erklæring om rettigheder for medlemmer og etiske regler for medarbejdere, bestyrelser og administratorer. Retningslinierne skal være en garanti for, at et klubhus er et sted, hvor man respekterer medlemmerne og hvor de tilbydes nye muligheder.

Retningslinierne er grundlaget for dokumentationen af klubhusets kvalitet, som foregår gennem Det Internationale Center for Klubhusudvikling (ICCD)’s certificeringsproces.

Hvert andet r gennemgår det verdensomspændende klubhusfællesskab disse retningslinier og ændrer dem om nødvendigt. Denne proces koordineres af ICCD Standards Review Comittee, som består af medlemmer og medarbejdere fra ICCD-certificerede klubhuse over hele verden. Medlemskab 1. Medlemskabet er frivilligt og uden tidsbegrænsning. 2. Klubhuset står selv for optagelsen af nye medlemmer. Medlemskabet er åbent for enhver, der har eller har haft en længerevarende sindslidelse. Undtaget er personer, der udgør en væsentlig trussel mod den generelle tryghed i klubhuset. 3. Medlemmerne vælger selv den måde, de vil bruge huset på og hvilken medarbejder, de vil arbejde sammen med. Der er ingen aftaler, kontrakter, skemaer eller regler, som er udarbejdet med henblik på at tvinge medlemmerne til at deltage. 4. Alle medlemmer har lige adgang til alle klubhusets tilbud uden skelen til diagnose eller funktionsniveau. 5. Medlemmerne deltager efter eget valg i udarbejdelsen af alle skrivelser, der afspejler deres deltagelse i klubhuset. Alle sådanne skrivelser skal underskrives af både medlem og medarbejder. 6. Medlemmerne har ret til øjeblikkeligt at vende tilbage til klubhuset, uanset længden af deres fravær, medmindre deres tilbagevenden udgør en trussel mod klubhusfællesskabet. 7. Klubhuset sørger for en effektiv medlemskontakt til medlemmer, der ikke møder, der er ved at isolere sig eller er blevet indlagt Indbyrdes relationer/forhold 8. Alle klubhusmøder er åbne for både medlemmer og medarbejdere. Der afholdes ingen formelle møder for medlemmer alene eller medarbejdere alene, hvor der tages beslutninger vedrørende huset, og hvor der drøftes medlemsforhold. 9. Klubhusets medarbejderstab er tilstrækkelig til at engagere medlemmerne i klubhuset, men ikke større end at ansvarsområderne kun kan varetages med medlemsdeltagelse. 10. Medarbejdernes funktioner er generelle, ikke specialiserede. Alle medarbejdere har ansvar for overgangsarbejde, boprogram, aften- og weekendarbejde, feriearrangementer samt arbejdet i enhederne. Medarbejderne deler ikke deres arbejdstid mellem klubhuset og andre store arbejdsopgaver. 11. Ansvaret for husets drift ligger hos medarbejderne og medlemmer og i sidste instans hos daglig leder. Det centrale i dette ansvar er at inddrage medarbejdere og medlemmer i alle aspekter af husets drift. Fysiske rammer 12. Klubhuset er en selvstændig organisation med eget navn, postadresse og telefonnummer mv. 13. Klubhuset har egne lokaler. Lokalerne er adskilt fra distriktspsykiatriske centre og institutioner i det hele taget og kan kun benyttes af klubhuset. Klubhuset indrettes, så det er velegnet til at rumme det arbejdsstrukturerede dagprogram. Samtidigt skal det være attraktivt, passende i størrelse og indgyde en fornemmelse af respekt og værdighed. 14. Alle klubhusets lokaler er tilgængelige for medlemmer og medarbejdere. Der er ingen lokaler kun for medlemmer eller medarbejdere. Den arbejdsstrukturerede dag (dagprogrammet) 15. Dagprogrammet inddrager medlemmer og medarbejdere sammen i klubhusets drift. Klubhuset fokuserer på medlemmernes stærke sider, evner og færdigheder. Den arbejdsstrukturerede dag må ikke indeholde psykiatriske ambulatorier, dagshospitalsvirksomhed eller terapitilbud i selve klubhuset. 16. Alt arbejde, der udføres i klubhuset, er udelukkende arbejde frembragt til driften og udviklingen af klubhuset. Intet arbejde for udenforstående personer eller virksomheder, hvad enten det er mod betaling eller ej, er accepteret arbejde i klubhuset. Medlemmerne får ikke betaling for deres arbejde i klubhuset, og der eksisterer ingen kunstige belønningssystemer. 17. Klubhuset har åbent mindst 5 dage om ugen. Dagprogrammet svarer tidsmæssigt til en typisk arbejdsdag. 18. Klubhuset er organiseret i en eller flere arbejdsenheder, som hver især har en tilstrækkelig medarbejderstab, antal medlemmer samt meningsfyldte arbejdsopgaver til at opretholde en hel og engagerende arbejdsdag. Der afholdes enhedsmøder med henblik på at udvikle såvel fællesskabsfølelse som at organisere og planlægge dagens arbejde. 19. Alt arbejde i klubhuset er tilrettelagt med henblik på at hjælpe medlemmerne til at genvinde selvværd, selvtillid og en meningsfuld tilværelse. Arbejdet er ikke tænkt som specifik jobtræning. 20. Medlemmerne har mulighed for at deltage i alle klubhusets aktiviteter inklusiv administration, forskning, indmeldelse og introduktion af nye medlemmer, medlemskontakt, ansættelse, træning og evaluering af medarbejdere samt PR, formidling og evaluering af husets effektivitet. Arbejde 21. Klubhuset gør det muligt for medlemmerne at vende tilbage til normal beskæftigelse gennem overgangsarbejde, beskyttet arbejde og varig beskæftigelse. Derfor skaffer klubhuset ikke arbejde til medlemmerne ved at etablere erhvervsarbejde i klubhuset, særskilte klubhusentrepriser uden for klubhuset eller beskyttede værksteder. Overgangsarbejde 22. Klubhuset tilbyder overgangsarbejde, som giver medlemmerne mulighed for – som en medlemsrettighed – at arbejde i overgangsarbejde på arbejdsmarkedet. Et særligt kendetegn ved overgangsarbejde er, at klubhuset garanterer vikardækning af alle jobs ved et medlems fravær. Desuden gælder følgende grundlæggende kriterier for overgangsarbejde:

a) Ønsket om at komme i arbejde er den væsentligste faktor til at afgøre muligheden for at komme i overgangsarbejde. b)Nye muligheder for at komme i overgangsarbejde skal være til stede, uanset om tidligere overgangsjobs er lykkedes eller ej. c) Medlemmerne arbejder på selve arbejdspladsen. d) Medlemmerne aflønnes direkte af arbejdsgiveren med den på arbejdsmarkedet gældende lønsats, mindst mindstelønnen. e) Overgangsarbejde omfatter et bredt spektrum af forskelligartede jobmuligheder. f) Overgangsarbejde er deltidsarbejde og tidsbegrænset. Normalt 15-20 timer om ugen i 6-9 måneder. g) Udvælgelse til og træning af medlemmer i overgangsarbejde er klubhusets ansvar, ikke arbejdsgiverens. h) Medlemmer og medarbejdere informerer relevante myndigheder om forhold, der vedrører melemmets OA-arbejde. i) Overgangsarbejde varetages af medlemmer og medarbejdere, ikke af særlige OA-specialister. j) Der findes ikke overgangsarbejde i selve klubhuset. Overgangsarbejde i en organisation, som klubhuset er en del af, skal imødekomme alle ovenstående kriterier. Varigt arbejde 23. Klubhuset bistår medlemmerne i at skaffe sig, bevare og bedre vilkårene i deres eget arbejde. 24. Medlemmer, der har varigt arbejde, har fortsat adgang til klubhusets støtte og tilbud, inklusive støtte til at få offentlige ydelser, assistance vedrørende anskaffelse af bolig og assistance til kliniske, retslige, økonomiske og personlige spørgsmål, såvel som ret til at deltage i det sociale program om aftenen og i weekender. Uddannelse 25. Klubhuset bistår medlemmerne i at nå deres uddannelses- og erhvervsrettede mål ved at hjælpe dem med at drage fordel af de muligheder inden for voksenundervisning, der findes i samfundet uden for klubhuset. I tillæg hertil tilbyder klubhuset et internt undervisningsprogram, hvor man i væsentlig grad gør brug af medlemmernes undervisnings- og vejledningsfærdigheder. Klubhusets funktioner 26. Klubhuset er beliggende således, at der er sikret let adgang til offentlige transportmidler både til og fra klubhuset og til overgangsarbejde. Hvis adgangen til transportmidler er begrænset, skaffer eller arrangerer klubhuset gode alternativer. 27. Medlemmer og medarbejdere bistår medlemmerne i alt, som vedrører offentlig støtte og offentlige tilbud. Opgaver af denne karakter er en del af arbejdsenhedernes opgaver og indbefatter hjælp til at søge bolig, god medicinsk og psykologisk behandling samt behandling for eventuelle misbrugsproblemer. 28. Klubhuset er forpligtet til at hjælpe alle medlemmer til at få betryggende og passende boligforhold til en rimelig pris. Klubhuset har adgang til bofaciliteter, der opfylder disse kriterier og hvis det ikke er muligt, etablerer klubhuset sit eget boligprogram. Følgende forhold gør sig gældende for klubhusets boligprogrammer: a) Medlemmer og medarbejdere er fælles om driften af boligprogrammet. b) Medlemmerne bor i klubhusets boligprogram efter eget ønske. c) Medlemmerne vælger lokaliteten og deres bofæller. d) Boligpolitikken og fremgangsmåder udvikles på en måde, som er i overensstemmelse med den øvrige klubhuskultur. e) Graden af støtte øges og formindskes svarende til medlemmernes skiftende behov. f) Medlemmer og medarbejdere holder aktiv medlemskontakt for at medlemmet kan bevare boligen, især under indlæggelser. 29. Klubhuset sørger for objektivt og løbende at evaluere sin egen effektivitet. 30. Daglig leder, medarbejdere, medlemmer og andre relevante personer deltager i et 3 ugers træningsprogram på et autoriseret træningscenter. 31. Klubhuset har et fritidsorienteret socialt program på aftener og weekender. Højtider fejres på selve dagen. Finansiering, ledelse og administration 32. Klubhuset har en uafhængig bestyrelse eller – hvis den er en del af en anden instans – et særligt rådgivende råd, som udgøres af personer, der er centralt placerede, og som kan sørge for støtte til og accept af klubhuset i skattemæssig, juridisk og lovgivningsmæssig henseende, samt i relation til brugergrupper og lokalmiljøet. 33. Klubhuset udvikler og opretholder sit eget budget, som er godkendt af bestyrelsen eller det rådgivende råd ved regnskabsårets begyndelse og som rutinemæssigt kontrolleres i løbet af regnskabsåret. 34. Medarbejdernes lønninger er konkurrencedygtige med lønninger inden for det socialpsykiatriske arbejdsfelt. 35. Klubhuset støttes og anerkendes af social- og sundhedsmyndighederne og har alle de bemyndigelser, som er nødvendige for driften. Klubhuset opsøger og opretholder gode forbindelser med familie/pårørende, brugerorganisationer og andre organisationer inden for social- og sundhedsområdet. 36. Klubhuset har åbne fora og procedurer, som gør det muligt for medlemmer og medarbejdere at deltage aktivt i beslutningstagning, vanligvis konsensus, ved rørende ledelse, klubhuspolitik og den fremtidige linie og udvikling af klubhuset.

Revideret oktober 2004 (i ICCD) Ijnternational Center for Clubhouse Development Fountain House, Inc. 425 West 47th Street New York, New York 10036 USA Oversat af Kildehuset i samarbejde med de danske klubhuse januar 2005

Stýrið í Fountainhúsinum

Fountainhúsið hevur eitt stýrið. Uppgávan hjá hesum stýri er at fylgja og hava eftilit við gongdini hjá Fountainhúsinum

Umboð í stýrinum eru: Jóhanna Arge, forkvinna Súsanna Winther Poulsen, næstforkvinna Linda Mortansdóttir, nevndarlimur Ása Olsen, nevndarlimur Ann Zachariasen, nevndarlimur Súna Mørk, skrivari

Starvsskipan fyri stýrið

Alment

§ 1. Fountain Húsið er eitt áhuga felag, hvørs endamál er at skapa møguleikar hjá fólki við sálartrupulleikum/-sjúkum at virka á jøvnum føti við aðrar borgarar í samfelagnum. Stk. 2. Fountain Húsið er skrásett í vinnuskránni hjá TAKS. Stk. 3. Fountain Húsið er ein trý ára verkætlan frá 1. januar 2014 til 1. januar 2017. Stk. 4. Fountain Hús verkætlanin verður fíggjarliga stuðlað av landskassanum, sí skriv dagfest 18. februar 2014 frá Almannamálaráðnum og Reglugerð fyri viðgerð av umsóknum til “stuðul til feløg, stuðul til arbeiðsrættað tilboð, dagfest 10. januar 2014.

Stýrið

§ 2. Stýrið hevur ábyrgdina av, at Fountain Húsið umsitir sínar ognir við atliti fyri og í samsvari við viðtøkur og galdandi lógir.

§ 3. Stýrisformaðurin kallar inn til stýrisfundir og leiðir fundirnar.

§ 4. Stýrið hevur fund í minsta lagi 4 ferðir um árið. Stk. 2. Tó kann stýrið hava fund so ofta, sum tørvur er á, fyri at fremja uppgávur stýrisins, ella tá ið 4 av stýrislimunum í felagnum kallað inn til fundar.

§ 5. Hevur ein stýrislimur forfall, verður formaðurin ella skrivarin fráboðaður.

§ 6. Fundarskráin skal, umframt íkomin mál, fevna um hesi føstu fundarevni: 1. Fundarfrágreiðing frá seinasta stýrisfundi til góðkenningar við møguligum viðmerkingum 2. Mál undir avgreiðslu 3. Frágreiðing um virksemi frá leiðaranum í Fountain Húsinum 4. Innkomin mál 5. Ársfrágreiðing, ársroknskapur og grannskoðanarprotokoll hjá stýrinum (á fyrsta stýrisfundi eftir at tilfarið er tøkt). 6. Ymiskt 7. Næsti fundur

Stk. 2. Undir hvørjum punkti á skránni eigur at vera tilskilað, hvørji mál eru til avgerðar.

§ 7. Fundarinnkalling við skrá skal so vítt møguligt vera stýrislimunum í hendi 8 dagar fyri fundin. Skrivað tilfar skal í størst møguligan mun fyriliggja hjá stýrinum 8 dagar fyri fundin.

§ 8. Stýrislimir kunnu krevja serstøk mál á skránna, og skulu teir tá boða formanninum frá hesum í so góðari tíðsum gjørligt, og í minsta lagi 10 dagar fyri fundin.

§ 9. Uttan fyri skránna kann eitt mál viðgerast, um so er, at meirilutin av hjástøddu stýrislimunum, herundir formaðurin, tekur undir við hesum.

§ 10. Skjótast tilber og í seinasta lagi tríggjar arbeiðsdagar eftir fundin ger skrivarin uppskot til fundarfrágreiðing, sum verður send stýrislimunum við telduposti. Viðmerkingar til fundarfrágreiðingina frá stýrislimum skulu vera skrivaranum í hendi í seinasta lagi tríggir arbeiðsdagar eftir, at stýrislimirnir hava móttikið uppskotið til fundarfrágreiðingina.

§ 11. Stýrislimirnir kunnu krevja, at tað stendur í frágreiðingini, hvussu teir hava atkvøtt og hvørjar viðmerkingar, teir hava havt.

§ 12. Stýrið er viðtøkuført, tá í minsta lagi helvtin av stýrislimunum eru til staðar. Avgerðir verða tiknar við vanligum meiriluta. Eru atkvøðurnar javnar, og er formaðurin til staðar, er atkvøða formansins avgerandi.

§ 13. Stýrislimirnir hava tagnarskyldu um upplýsingar, sum teir fáa sum stýrislimir, og sum eftir umstøðunum mugu haldast at vera í trúnaði. Tagnarskyldan er eisini galdandi eftir, at stýrislimur er farin frá.

§ 14. Ein stýrislimur skal ikki luttaka í viðgerðini av málum, har viðkomandi kann metast at vera ógegnigur. Nevndarlimur eigur at boða nevndini frá um sítt ógegni.

Formaðurin

§ 15. Formaðurin og ein stýrislimur tekna Fountain Húsið. Fulltrú (prokura) kann gevast dagliga leiðaranum. Formaðurin skal tryggja, at fulltrúin verður eftirkannað og dagførd.

§ 16. Formaðurin skal tryggja, at: • roknskapurin verður latin Almannamálaráðnum í seinasta lagi 1. apríl árið eftir at roknskaparárið er enda. • Umsókn um fíggjarligan stuðul saman við fíggjarætlan verður latin Almannamálaráðnum í seinasta lagi 1. februar í stuðulsárinum. • Hagtøl verða latin Almannamálaráðnum sambært § 7 í Reglugerð fyri viðgerð av umsóknum til “stuðul til feløg, stuðul til arbeiðsrættað tilboð, dagfest 10. januar 2014 frá Almannamálráðnum.

Samtykt á stýrisfundi 16. februar 2015.

Birta Biskopstø Súsanna Winther Poulsen Forkvinna Næstforkvinna

Súna Mørk Mortan Rasmussen Skrivari Stýrislimur

Ann Zachriasen Ása Olsen Stýrislimur Stýrislimur

Støðulýsing av virkseminum í Fountainhúsinum

Um Fountainhúsið

Fountainhúsið er eitt sosialt og arbeiðsrættað tilboð til fólk í aldrinum 18-67 ár, sum hava ella hava havt sosialar og/ella sálarligar avbjóðingar. Fountainhúsið er eitt psykiatriskt rehabiliteringstilboð.

Vit halda, at øll kunnu gerast betur fyri og mennast ígjøgnum týðandi relatiónir, felagsskap, arbeiði ella útbúgving.

Vit kunnu bjóða ein skipaðan gerandisdag við týdningarmiklum arbeiðsuppgávum og endurvenjing av styrkjum – bæði fakliga, persónliga og sosialt.

Sosiali felagsskapurin er somuleiðis ein týðandi partur av Fountainhúsinum og møguleikin er eisini fyri at skapa nýggj vinarbond.

Limaskapurin er ókeypis og er ikki tíðaravmarkaður

Fountainhúsið er stýrt av limum og starvsfólkum í felag, og limirnir hjálpast at við at finna møguleikar og loysnir í teimum ymisku arbeiðseindunum.

Lýsing av Fountainhúsinum

Fountainhúsið er ein sjálvstøðugur felagsskapur við egnum navni og bústaði. Húsið hevur egin hølir og hevur ikki felags høli við øðrum viðgerðartilboðum, s.s. sjúkrahúsinum ella økispsykatriskum tilboðum. Húsið er vælegnað til ein arbeiðsskipaðan gerandisdag. Vit halda til í Heinesenshúsið, Tinghúsvegur 12, í hugnaligum og stimbrandi umhvørvi. Húsið liggur sentralt og er lætt atkomuligt við almennari transport.

Øll hølini í húsinum skulu vera atkomulig fyri bæði limir og starvsfólk. Ongi av hølunum eru bert fyri limir ella bert fyri starvsfólk.

Málbólkur

Málbólkurin er fólk, ið hava sálarligar- og ella sosialar avbjóðingar, sum Fáa fyritíðarpensión ella aðra veiting frá Almannaverkinum Ynskja eitt arbeiði hóast sína pensión Ynskja at koma í skúla ella koma aftur í skúla Ynskja at koma út aftur á arbeiðsmarknaðin Ynskja at koma út á arbeiðsmarknaðin fyri fyrstu ferð Ynskja eitt virkið lív, sum fyri tann einstaka er lívsjáttandi Felags fyri málbólkin er m.a.: At man sjálvur sær/upplivir at hava sálartrupulleikar – trupulleikar, sum ger einum tað trupult at hava/skapa relatiónir við onnur menniskju og hava evt. royndir frá arbeiðslívi áður Trupulleikar við at skipa gerandisdagin, útinna ynskiligar dagligar uppgávur og fáa lívsinnihald Trúgva uppá, at Fountainhúsið kann hjálpa teimum at gerast avkláraði til arbeiðsmarknaðin Hava ein vilja og merkja ein tørv fyri at fáa eitt virkið lív Tað er frívilligt at koma í húsið – einki tvang Fountainhúsið er ætlað bæði kvinnum og monnum við sálarligum avbjóðingum. Klubhúsmodellið hevur eina holistiska menniskjaáskoðan, og felagsskapurin er í hásæti, tí er umráðandi, at bæði kyn eru umboðaði. Á sama hátt sum vit síggja úti á arbeiðsmarknaðinum.

Visjónin

Visjónin er at skapa eitt umhvørvi við arbeiði og sosialum felagsskapi, har sum fólk við sálarligum avbjóðingum/trupulleikum eru limir í húsinum og ikki sjúklingar. Her er møguleiki fyri at venja teir sosialu og fakligu førleikarnar í einum tryggum umhvørvi og hóskandi ferð, sum ein sjálvur avger. Málið er, at hvør einstakur kemur at kenna:

at ein megnar nakað at ein er nakað at tað er brúk fyri einum at ein ger mun

Við hesum gerst ein virkin og fær styrki til at taka stýring av egnum lívi.

Fountain House modellið byggir á 5 virðir, sum skulu tryggja hvørjum einstakum at mennast á arbeiðsøkinum og sosialt. Hesi eru: at hava ávirkan javnvirði arbeiðsfelagsskapur sjálvbodni fokus á styrkir hjá tí einstaka Ítøkiligt merkir hetta, at limir í húsinum og starvsfólk arbeiða saman um allar uppgávur í húsinum. Allar avgerðir verða tiknar á jøvnum føti. Limir og starvsfólk eru í stýrinum og øðrum arbeiðsbólkum. Tann opni og felags dialogurin tryggjar ávirkan og styrkir ábyrgdarkenslu og kensluna av javnvirði.

Ein týdningarmikil hugsan aftanfyri Fountain House modellið er, at samleikin hjá menniskjum er nágreiniliga bundin saman við at hava eitt arbeiði við uppgávum, sum eru av týdningi. Tað er trúgvin uppá, at arbeiðið (serliga møguleikin eftir at stevna eftir at fáa eitt lønt arbeiði) er mennandi og savnandi styrki hjá øllum menniskjum. Øll hava evnir, sum tá tey verða brúkt á rættan hátt, kunnu gera gerandisdagin meira virðismiklan. Arbeiði er tí eitt sentralt hugtak í rehabiliteringsgongdini hjá tí einstaka.

Normeringin til starvsfólk í einum Fountainhúsi er lág. Tí krevst, at limir eru tilstaðar og luttaka í dagliga arbeiðinum. Við hesum merkja limirnir, at teirra arbeiðslutur er alneyðugur. Sum limur í húsinum hevur ein ikki ábyrgd at gera meira, enn ein orkar ella ynskir. Hóast teir rúmligu karmarnir fyri funktiónsstøðið, og hvussu nógv hvør einstakur arbeiðir, er grund sjónarmiðið, at øll hava styrkir, sum kunnu brúkast til gagns fyri húsið og ein sjálvan. Við tilrættaleggjan og útinnan av arbeiðsuppgávum í húsinum verður lagdur dentur á sterkar, sunnar og produktivar síður hjá tí einstaka, og ikki sjúku og forðingar.

Endamálið við Fountainhúsinum

Málið er, at fleiri fólk við sálarligum avbjóðingum fáa eina meiningsfulla tilveru, sum fyri tann einstaka gevur innihald í gerandisdagin og nakað at koma upp til. Og at hvør einstakur verða stuðlaður í at brúka egnar styrkir og byggir upp egnar førleikar og fær møguleika at skapa nakrar positivar og varandi broytingar. Hetta gevur betur møguleika at megna eitt arbeiði, skúla og ein gerandisdag so sjálvstøðugan, sum tilber.

At skapa eitt tilboð til fólk við sálarligum avbjóðingum, sum annahvørt ynskja at koma aftur á arbeiðsmarknaðin ella sum ynskja at fáa ein møguleika á arbeiðsmarknaðinum. Talan er um eitt rehabiliteringstilboð, sum m.a skal:

  • Styrkja førleikarnar hjá tí einstaka á persónliga økinum
  • Styrkja førkeikarnar hjá tí einstaka á fakliga økinum
  • Styrkja førkeikarnar hjá tí einstaka á sosiala økinum

Arbeitt verður málrættað við førleikunum/kompetansunum fyri at megna at vera á arbeiðsmarknaðinum. Tað verður tilrættalagt til tann einstaka í einum tryggum umhvørvið og í einari ferð, sum hvør einstakur avger.

Arbeiðið er ein týðandi leiklutur í klubhúsmodellinum – gjøgnum arbeiði, skapan av netverki, verða stuðlaður í at megna egna lívsførslu, styrkist hvør einstakur í at koma fyri seg, Recovery. Arbeiðið er við til at skipa lívið í mun til tíð og stað og gevur møguleikar fyri sosialum relatiónum. Tilknýtið til arbeiðslívið skapar samleika, sjálvsálit og sjálvsvirði.

Limaskapur

Limaskapurin er fyri øll, ið eru búsitandi í Føroyum, og er hann ókeypis. Tú skal vera í aldrinum 18-67 ár fyri at gerast limur.

Fountainhúsið er fyri øll sum hava ella hava havt sosialar og/ella sálarligar avbjóðingar, og sum hava tørv á at fáa ein skipaðan gerandisdag. Tað er ikki neyðugt, at hava fingið nakra diagnosu. Hjá okkum verður ikki tikið støði í sjúkuavgerðum, men í menningarmøguleikum og styrkjum hjá hvørjum einstøkum. Tú kanst ringja, skriva ella koma inn á gólvið og fáa eitt óbindandi prát.

Tá ið tú byrjar, hava vit eina samtalu har vit í felag finna fram til hvat tú kundi hugsa tær at arbeitt við.

Tú ert vælkomin at hava onkran við tær, tá ið tú kemur á vitjan ella til eina samtalu, tað kundi t.d. verið eitt vinfólk, ein tú kennir væl, ein familjulim ella ein stuðul.

Tað er ymiskt hvussu ofta ein er til arbeiðis í Fountainhúsinum. Tað er alt eftir tørvi og hvat ein megnar. Ein kann byrja varisliga, við fáum tímum og møguleiki er altíð at økja um arbeiðstímarnar

Møguleiki er fyri at royna teg í tríggjar mánaðar fyrst, fyri at síggja, um hettar er nakað fyri teg.

Møguleiki er fyri at royna seg í ymiskum arbeiðseindum

Kontaktpersónsskipan

Sum limur í húsinum fært tú ein kontaktpersón, ið saman við tær hevur ábyrgd av at finna passandi arbeiðsuppgávur og sum hevur ábyrgd av víðari uppfylgjan.

Kontaktpersónurin og etableraðu limirnir gera sítt besta fyri at tú skalt kenna teg sum ein part av felagsskapinum.

Vit gleða okkum til at koma at kenna teg betur! 