Vit kunnu bjóða

• Ein skipaðan gerandisdag við týdningarmiklum arbeiðsuppgávum
• Endurvenjing av styrkjum – bæði fakliga, persónliga og sosialt
• Vegleiðandi og stuðlandi samrøður
• Tilrættalegging av framtíðarætlanum saman við tí einstaka
• Førleikametan og útgreining av virkismøguleikum
• Skapan av relatiónum og felagsskapi

Málið er, at kenna, at:

• Hvør einstakur megnar nakað
• Hvør einstakur er nakað
• Brúk er fyri einum
Hvør einstakur ger mun

Vit halda, at øll kunnu gerast betur fyri og
mennast ígjøgnum týðandi relatiónir,
felagsskap, arbeiði ella útbúgving.

Arbeiðseindir

Køkur

Arbeiði í køkinum umfatar innkeyp, matarskrá, at gera mat og reingerð.

Skrivstova

Í skrivstovuni verður alt fyrisitingarligt arbeiði gjørt, m.a. telefonavgreiðsla, fundarfrásagnir, bókhald og heimasíðugerð.

Hús og urtagarður

Viðlíkahald og reingerð innan- og uttandura, og urtagarðsarbeiði.

Kreativt

Í kreativu eindini verður alskyns skapandi og handligt arbeiði gjørt, so sum binding, seyming, listmáling, tøving, skriving og annað.

Latið okkum í felag røkka á mál!

;