Arbeiðseindir

 

Vit kunnu bjóða

• Ein skipaðan gerandisdag við týdningarmiklum arbeiðsuppgávum.
• Endurvenjing av styrkjum – bæði fakliga, persónliga og sosialt.
• Vegleiðandi og stuðlandi samrøður.
• Tilrættalegging av framtíðarætlanum saman við tí einstaka.
• Førleikametan og útgreining av virkismøguleikum.
• Skapan av relatiónum og felagsskapi

Málið er, at hvør einstakur

kemur at kenna, at:

• Ein megnar nakað
• Ein er nakað
• Brúk er fyri einum
• Ein ger mun

Køkur

Arbeiði í køkinum umfatar innkeyp, matarskrá, at gera mat og reingerð.

Skrivstova

Í skrivstovuni verður alt fyrisitingarligt arbeiði gjørt, m.a. telefonavgreiðsla, fundar frásagnir, bókhald og heimasíðugerð.

Hús- og urtagarður

Viðlíkahald og reingerð innan­ og uttandura, og urtagarðsarbeiði.

Kreativt