Fríggjadagin 15. mars og leygardagin 16. mars hevur Fountainhúsið páskareggjatombola í SMS.Vit samla pening saman til okkara vælveru túr til Sardiniu í septembur.Øll eru hjartaliga vælkomin at stuðla einum góðum endamáli.Fountainhúsið
Føstulávintsmánadag slógu vit pott í Fountainhúsinum. Luttøkan var sera góð, ein long køð.Við fyrsta slag brotnaði potturin. So skjótt hevur tað ikki gingið áður.Aftaná fingu vit leskiligar føstulávintsbollar, sum okkara dugnaligi kondittari hevði bakað til...
”Hjá teimum, sum hava sálarligar trupulleikar, er Fountainhúsið ein trygg havn í einum rokaligum umheimi Í nærum tíggju ár hevur Fountainhúsið verið til, og hesa tíðina hevur hurðin verið opin fyri teimum, sum hava brúk fyri at koma seg eftir sjúku, og sum vilja...
Fyrsta januar í 2024 flutti Fountainhúsið í nýggj hølir. Vit hava havt nógv góð ár í hugnaliga Heinesenshúsinum á Tinghúsvegnum.Tey húsini eru nú alt ov lítil til virksemið okkara.Hetta kundi gerast veruleiki, tí vit fingu hækkaða játtan frá sitandi samgongu, tað eru...
Meirilutin í fíggjarnevndini skrivar: “Stuðulsjáttanin til Fountainhúsið verður hækkað við 500 tús.kr. fyri at tryggja sama innihald, virksemi og starvsfólkaorku, nú flutt verður í størri hølir og tilgongdin økist” Vit eru sera fegin og takksom fyri hesa...