Køkseindin

 

Vit GERA nógvan GÓÐAN mat í KØKINUM

Í køkinum verður matur gjørdur hvønn gerandisdag
til tey, sum arbeiða í húsinum og onnur við tilknýti.
Matarskráin verður eisini gjørd og keypt verður inn.
Partur av arbeiðsuppgávunum er eisini at gera reint í køkinum.
Dámar tær at gera mat ella fáast við aðrar av hesum uppgávum, kundi tú verið partur av køkstoyminum.
Kaféin er partur av køkseindini. Her verður kaffi gjørt og okkurt gott afturvið.
Í kaféini byrjar arbeiðsdagurin fyri eindirnar, her verða kaffisteðgir hildnir, og vit hugna okkum saman.
Vit hava altíð brúk fyri fleiri fólkum at arbeiða í kaféini. 

N

Sunnur kostur

N

Leskiligt og lætt

N

Burðardygd

N

Felagsskapur

N

Samstarv

N

Gott arbeiðslag

Køkur

Arbeiði í køkinum umfatar innkeyp, matarskrá, at gera mat og reingerð.

Skrivstova

Í skrivstovuni verður alt fyrisitingarligt arbeiði gjørt, m.a. telefonavgreiðsla, fundarfrásagnir, bókhald og heimasíðugerð.

Hús og urtagarður

Viðlíkahald og reingerð innan- og uttandura, og urtagarðsarbeiði.

Kreativt

Í kreativu eindini verður alskyns skapandi og handligt arbeiði gjørt, so sum binding, seyming, listmáling, tøving, skriving og annað.

Latið okkum í felag røkka á mál!

;