Kreativa eindin

 

Í kreativu eindini

Hvønn mánadag kl 09.00 – 12.00 í Fountainhúsinum. 

Her verður ymiskt skapandi og handaligt arbeiði gjørt í bólkum og til ber eisini at arbeiða sjálv/ur. Vit tillaga kreativa virksemið eftir, hvørji áhugamál limirnir hava.
Tekna, mála, seyma, perla, arbeiði við leiri, og annað. Set gongd á hugflogið og skapandi evnini!

Vit hava eisini undirvísarar uttanífrá til at undirvísa í t.d. listamáling, træverkstaði, seyming o.l.

N

Skapandi

N

Hugbundin

N

Hugni

N

Felagsskapur

N

Samstarv

N

Gott arbeiðslag

Køkur

Arbeiði í køkinum umfatar innkeyp, matarskrá, at gera mat og reingerð.

Skrivstova

Í skrivstovuni verður alt fyrisitingarligt arbeiði gjørt, m.a. telefonavgreiðsla, fundarfrásagnir, bókhald og heimasíðugerð.

Hús og urtagarður

Viðlíkahald og reingerð innan- og uttandura, og urtagarðsarbeiði.

Kreativt

Í kreativu eindini verður alskyns skapandi og handligt arbeiði gjørt, so sum binding, seyming, listmáling, tøving, skriving og annað.

Latið okkum í felag røkka á mál!

;