Skrivstovueindin

 

Á skrivstovuni eru nógvar ymiskar uppgávur.

Innleiðsla av nýggjum limum verður gjørt á skrivstovuni, eins og skeið og tiltøk verða løgd til rættis.
Hevur tú hug at gerast partur av skrivstovutoyminum, snikka vit uppgávurnar til, so tær hóska til tín áhuga og títt lyndi.

 

N

fyrisitingarligt arbeiði verður gjørt

N

postur verður avgreiddur

N

svara telefon og teldupost

N

heimasíðuna, facebook og instagram.

N

hagtøl verða gjørd

N

fundarfrásagnir skrivaðar

N

bókhald og roknskapur verður hildin

Køkur

Arbeiði í køkinum umfatar innkeyp, matarskrá, at gera mat og reingerð.

Skrivstova

Í skrivstovuni verður alt fyrisitingarligt arbeiði gjørt, m.a. telefonavgreiðsla, fundarfrásagnir, bókhald og heimasíðugerð.

Hús og urtagarður

Viðlíkahald og reingerð innan- og uttandura, og urtagarðsarbeiði.

Kreativt

Í kreativu eindini verður alskyns skapandi og handligt arbeiði gjørt, so sum binding, seyming, listmáling, tøving, skriving og annað.

Latið okkum í felag røkka á mál!

;