Hús -og urtagarðeindin

 

Hús-og urtagarðurin

Uppgávurnar í hús- og urtagarðseindini eru viðlíkahald og reingerð innandura og uttandura.
Urtagarðsarbeiði verður eisini gjørt og plantur ansaðar. Umframt okkara egna urtagarð, røkta vit eisini urtagarðin hjá ALS og sláa grasið uttanfyri Sloans- og Degns hús. Vit hava eisin okkara egnu trø, har vit hava eplaveltu og annan grønmetisgróður
Hinar eindirnar kunnu bíleggja ymiskt arbeiði úr hesi eindini.

Dámar tær at gera viðlíkahaldsarbeiði, gera reint ella hevur tú áhuga í urtagarðsarbeiði, so er henda eindin nakað fyri teg.

Køkur

Arbeiði í køkinum umfatar innkeyp, matarskrá, at gera mat og reingerð.

Skrivstova

Í skrivstovuni verður alt fyrisitingarligt arbeiði gjørt, m.a. telefonavgreiðsla, fundar frásagnir, bókhald og heimasíðugerð.

Hús- og urtagarður

Viðlíkahald og reingerð innan­ og uttandura, og urtagarðsarbeiði.

Kreativt

Í kreativu eindini verður alskyns skapandi og handligt arbeiði gjørt, so sum binding, seyming, listmáling, tøving, skriving og annað.

Latið okkum í felag røkka á mál!