Køkseindin
Vit GERA nógvan GÓÐAN mat í KØKINUM
Í køkinum verður matur gjørdur hvønn gerandisdag
til tey, sum arbeiða í húsinum og onnur við tilknýti.
Matarskráin verður eisini gjørd og keypt verður inn.
Partur av arbeiðsuppgávunum er eisini at gera reint í køkinum.
Dámar tær at gera mat ella fáast við aðrar av hesum uppgávum, kundi tú verið partur av køkstoyminum.
Kafféin er partur av køkseindini. Her verður kaffi gjørt og okkurt gott afturvið.
Í kafféini byrjar arbeiðsdagurin fyri eindirnar, her verða kaffisteðgir hildnir, og vit hugna okkum saman.
Vit hava altíð brúk fyri fleiri fólkum at arbeiða í kafféini.
Her á síðuni sært tú nøkur dømir um hvat vit hava gjørt
Sunnur kostur
Leskiligt og lætt
Burðardygd
Felagskapur
Samstarv
Gott arbeiðslag

Køkur
Arbeiði í køkinum umfatar innkeyp, matarskrá, at gera mat og reingerð.
Skrivstova
Í skrivstovuni verður alt fyrisitingarligt arbeiði gjørt, m.a. telefonavgreiðsla, fundar frásagnir, bókhald og heimasíðugerð.
Hús- og urtagarður
Viðlíkahald og reingerð innan og uttandura, og urtagarðsarbeiði.
Kreativt
Her skriva vit okkurt um kreativt
Latið okkum í felag røkka á mál!