Út av húsinum

Café/ framsýningar/ fyrilestrar

Hvønn mánadag kl 13.00 – 15.00 hava vit ein bólk sum eitur “út av húsinum”. Endamálið er m.a. at vera saman sosialt úti í samfelagnum til ymisk tiltøk og at venja seg við at gera brúk av og vitja støð uttanfyri heimi – og ella arbeiði.

Vit vitja ymiskar framsýningar sum eru, fara á café og annars til sosial tiltøk sum eru frammi í løtuni.

Morgunmatur

Hvønn fríggjamorgun kl 10.00 – 11.30 er morgunmatur í Fountainhúsinum. 

Bindiklubbur

Hvønn týsdag kl. 13.00 – 15.00 er bindiklubbur í fountainhúsinum.

Útferðir
Onnur tiltøk

Bingo, gekkakvøld, filmskvøld, biograf, bowling o.a. eru onnur tiltøk sum kunnu avtalast.