Stýrið fyri Fountainhúsið

 

Fountainhúsið hevur eitt stýri. 

Uppgávan hjá stýrinum er at fylgja og hava eftilit við gongdini hjá Fountainhúsinum

Umboð í stýrinum eru:

Jóhanna Arge, forkvinna

Súsanna Winther Poulsen, næstforkvinna

Eina Andreasen, nevndarlimur

Ása Olsen, nevndarlimur

Ann Zachariasen, nevndarlimur

Súna Mørk, skrivari

Starvsskipan fyri stýrið

Alment

§ 1. Fountainhúsið er eitt áhugafelag, hvørs endamál er at skapa møguleikar hjá fólki við sálartrupulleikum/-sjúkum at virka á jøvnum føti við aðrar borgarar í samfelagnum. Stk. 2. Fountainhúsið er skrásett í vinnuskránni hjá TAKS. Stk. 3. Fountainhúsið er ein trý ára verkætlan frá 1. januar 2014 til 1. januar 2017. Stk. 4. Fountainhús-verkætlanin verður fíggjarliga stuðlað av landskassanum, sí skriv dagfest 18. februar 2014 frá Almannamálaráðnum og Reglugerð fyri viðgerð av umsóknum til “stuðul til feløg, stuðul til arbeiðsrættað tilboð”, dagfest 10. januar 2014.

Stýrið

§ 2. Stýrið hevur ábyrgdina av, at Fountainhúsið umsitir sínar ognir við atliti fyri og í samsvari við viðtøkur og galdandi lógir.

§ 3. Stýrisformaðurin kallar inn til stýrisfundir og leiðir fundirnar.

§ 4. Stýrið hevur fund í minsta lagi fýra ferðir um árið. Stk. 2. Tó kann stýrið hava fund so ofta sum tørvur er á, fyri at fremja uppgávur stýrisins, ella tá ið 4 av stýrislimunum í felagnum kalla inn til fundar.

§ 5. Hevur ein stýrislimur forfall, verður formaðurin ella skrivarin fráboðaður.

§ 6. Fundarskráin skal, umframt íkomin mál, fevna um hesi føstu fundarevni: 1. Fundarfrágreiðing frá seinasta stýrisfundi til góðkenningar við møguligum viðmerkingum 2. Mál undir avgreiðslu 3. Frágreiðing um virksemi frá leiðaranum í Fountainhúsinum 4. Innkomin mál 5. Ársfrágreiðing, ársroknskapur og grannskoðanarprotokoll hjá stýrinum (á fyrsta stýrisfundi eftir at tilfarið er tøkt). 6. Ymiskt 7. Næsti fundur

Stk. 2. Undir hvørjum punkti á skránni eigur at vera tilskilað, hvørji mál eru til avgerðar.

§ 7. Fundarinnkalling við skrá skal so vítt møguligt vera stýrislimunum í hendi átta dagar fyri fundin. Skrivað tilfar skal í størst møguligan mun fyriliggja hjá stýrinum átta dagar fyri fundin.

§ 8. Stýrislimir kunnu krevja serstøk mál á skránna, og skulu teir tá boða formanninum frá hesum í so góðari tíð sum gjørligt, og í minsta lagi tíggju dagar fyri fundin.

§ 9. Uttan fyri skránna kann eitt mál viðgerast, um so er, at meirilutin av hjástøddu stýrislimunum, herundir formaðurin, tekur undir við hesum.

§ 10. Skjótast tilber og í seinasta lagi tríggjar arbeiðsdagar eftir fundin ger skrivarin uppskot til fundarfrágreiðing, sum verður send stýrislimunum við telduposti. Viðmerkingar til fundarfrágreiðingina frá stýrislimum skulu vera skrivaranum í hendi í seinasta lagi tríggir arbeiðsdagar eftir, at stýrislimirnir hava móttikið uppskotið til fundarfrágreiðingina.

§ 11. Stýrislimirnir kunnu krevja, at tað stendur í frágreiðingini, hvussu teir hava atkvøtt og hvørjar viðmerkingar, teir hava havt.

§ 12. Stýrið er viðtøkuført, tá í minsta lagi helvtin av stýrislimunum eru til staðar. Avgerðir verða tiknar við vanligum meiriluta. Eru atkvøðurnar javnar, og er formaðurin til staðar, er atkvøða formansins avgerandi.

§ 13. Stýrislimirnir hava tagnarskyldu um upplýsingar, sum teir fáa sum stýrislimir, og sum eftir umstøðunum mugu haldast at vera í trúnaði. Tagnarskyldan er eisini galdandi eftir, at stýrislimur er farin frá.

§ 14. Ein stýrislimur skal ikki luttaka í viðgerðini av málum, har viðkomandi kann metast at vera ógegnigur. Nevndarlimur eigur at boða nevndini frá um sítt ógegni.

Formaðurin

§ 15. Formaðurin og ein stýrislimur tekna Fountainhúsið. Fulltrú (prokura) kann gevast dagliga leiðaranum. Formaðurin skal tryggja, at fulltrúin verður eftirkannað og dagførd.

§ 16. Formaðurin skal tryggja, at: • roknskapurin verður latin Almannamálaráðnum í seinasta lagi 1. apríl árið eftir at roknskaparárið er endað. • Umsókn um fíggjarligan stuðul saman við fíggjarætlan verður latin Almannamálaráðnum í seinasta lagi 1. februar í stuðulsárinum. • Hagtøl verða latin Almannamálaráðnum sambært § 7 í Reglugerð fyri viðgerð av umsóknum til “stuðul til feløg, stuðul til arbeiðsrættað tilboð”, dagfest 10. januar 2014 frá Almannamálaráðnum.

Samtykt á stýrisfundi 16. februar 2015.

Birta Biskopstø, forkvinna

Súsanna Winther Poulsen, næstforkvinna

Mortan Rasmussen, stýrislimur

Ann Zachariasen, stýrislimur

Ása Olsen, stýrislimur

Súna Mørk, skrivari

Latið okkum í felag røkka á mál!