Fountainhúsið

Hevur tú sálarligar og/ella sosialar avbjóðingar ella trupulleikar, og ert tú ikki á arbeiðsmarknaðinum?

Ella kundi tú hugsað tær at verða virkin aftur eftir innleggjan? Hevur tú tørv á innihaldi í gerandisdegnum?

Fountainhúsið er eitt vælegnað stað at menna førleikar og styrkir, so tú aftur kanst gerast virkin í mun til ymiskt, sum tú kundi hugsað tær í gerandisdegnum!

samband

V. U. Hammershaimbsgøta 3, Tórshavn

Í felag røkka vit á mál

Ring til okkum og fá eitt óbindandi prát!

Um tilboðið ljóðar áhugavert kunnu vit gera aðra avtalu um byrjanarsamrøðu.

Møguleiki er fyri at royna teg í 3 mðr fyrst, fyri at síggja um hetta er nakað fyri teg.

Tíðindir

Ein frálíkur 10 ára føðingardagur.

Vit vilja takka hjartaliga fyri allar vitjanirnar, sum vit høvdu til okkara 10 ára føðingardag og opið hús, fríggjadagin 5. april.Ein sera hugnaligur seinnapartur við góðum sangi, heilsanum og gávum.Tað góðu taluna, sum landstýriskvinnan Sirið Stenberg helt, kunnu tit...

read more
Fountainhúsið fyllir 10 ár

Fountainhúsið fyllir 10 ár

Nú vit fylla 10 ár, fara vit at hátíðarhalda stóra runda daginvið m.a at hava opið hús, listaframsýning og sølu av handarligum lutum fríggjadagin 5. apríl millum kl 13 og 16.Øll eru hjartaliga vælkomin í okkara nýggja hús í V.U Hammerheimbsgøtu 3, til ein góðan...

read more

Húsið er opið:

Mánadag 8:30-15

Týsdag 8:30-15

Mikudag 8:30-15

Hósdag 8:30-15

Fríggjadag 8:30-12

Søgur úr húsinum

Í Fountainhúsinum eru vit sannførd um, at øll kunnu fáa eitt betri lív.

Tað týdningarmesta er at hava innihald í gerandisdegnum og onkran at luta tað við.”

Dokumentarurin »Aftur til lívið« (3:3)

Dokumentarurin »Aftur til lívið« (3:3)

Rógvi hevur stríðst við tungar tankar og kenslur, síðani hann var heilt ungur. Hann royndi fleiri ferðir at taka lívið av sær, áðrenn hann fekk røttu hjálpina, sum varð byrjanin til, at hann fann leiðina aftur til lívið. Dagmar Joensen-Næs og Jónfinn Stenberg gjørdu...

read more
Dokumentarurin »Aftur til lívið« (2:3)

Dokumentarurin »Aftur til lívið« (2:3)

Jane hevur havt sálarligar trupulleikar, síðani hon var tannáringur. Hon hevur ongantíð havt eitt vanligt arbeiði og hevur sitið heima hjá mammu síni, til hon var yvir 30 ár. Nú er Jane komin í arbeiðsroynd í Fountainhúsinum. Hon droymir um at fáa lærupláss og klára...

read more
Dokumentarurin »Aftur til lívið« (1:3)

Dokumentarurin »Aftur til lívið« (1:3)

Søgan um Mortan, sum nú stríðist fyri at koma aftur til lívið Lívið hjá Mortani fór í sor, tá hann varð raktur av tunglyndi. Hann gavst við útbúgvingini, hjúnarlagið fór, og hann bleiv illa fyri likamliga. Mortan stríðist nú fyri at koma aftur út í lívið. Hann fær...

read more

Køkur

Arbeiði í køkinum umfatar innkeyp, matarskrá, at gera mat og reingerð.

Skrivstova

Í skrivstovuni verður alt fyrisitingarligt arbeiði gjørt, m.a. telefonavgreiðsla, fundarfrásagnir, bókhald og heimasíðugerð.

Hús og urtagarður

Viðlíkahald og reingerð innan- og uttandura, og urtagarðsarbeiði.

Kreativt

Í kreativu eindini verður alskyns skapandi og handligt arbeiði gjørt, so sum binding, seyming, listmáling, tøving, skriving og annað.

Eitt rehabiliteringstilboð, sum m.a. skal styrkja førleikarnar hjá tí einstaka á persónliga, fakliga og sociala økinum.

Arbeitt verður miðvíst við førleikunum/kompetansunum fyri at megna at vera á arbeiðsmarknaðinum. Tað verður lagt tí einstaka til rættis í einum tryggum umhvørvi og í einari ferð, sum hvør einstakur avger.

Lýsing av fountainhúsinum

Fountainhúsið er ein sjálvstøðugur felagsskapur við egnum navni og bústaði. Húsið hevur egin hølir og hevur ikki felags høli við øðrum viðgerðartilboðum, s.s. sjúkrahúsinum ella økispsykiatriskum tilboðum. Húsið er vælegnað til ein arbeiðsskipaðan gerandisdag. VIt halda til í Heinesens húsi, Tinghúsvegur 12, í hugnaligum og stimbrandi umhvørvi. Húsið liggur mitt í býnum og er lætt atkomuligt við almennum flutningstólum.

Øll hølini í húsinum skulu vera atkomulig fyri bæði limir og starvsfólk. Ongi av hølunum er bert fyri limir ella bert fyri starvsfólk.

Vælvera

Venjing

Gongutúrar

Krops -og andadrátsvenjingar

Latið okkum í felag røkka á mál!

;